Uttanlands

Metoo offur: Eg var illa við

Jimmy Bennett fortelur nú at hann ikki kundi góðtaka at #Metoo-oddakvinna varð eitt offur

Jimmy Bennett og Asia Argentino

Jimmy Bennett og Asia Argentino

2018-08-23 15:37 Author image
Ari av Rana
placeholder

Amerikanski sjónleikarin Jimmy Bennett viðmerkir nú fyri fyrstu ferð sakina, har hann ákærir #Metoo-oddakvinnu fyri kynsliga at hava gjørt seg inn á hann í 2013.

Á Instagram skrivar Bennett, at hann valdi einki at siga um ágangi í 2013, tí at hann var illa við av hendingini, og at hann ikki vildi, at tað skuldi gerast alment.

Bennett sigur tó, at “hansara trauma kom fram aftur, tá Asia Argento stóð fram sum offur", skrivar DR.

Argento var ein av teimum fyrstu, sum ákærdi Harvey Weinstein fyri kynsligan ágang, og hon gjørdist ein av oddakvinnunum í #Metoo-kampanjuni.

Men nú verður hon sjálv ákærd fyri at hava gjørt seg inná 20 ára yngri Bennett, tá hon í 2013 bjóðaði honum til sítt hotelkamar og gjørdi seg inn á hann. Tá var Bennett 17 ár og hon 37. Kynsligi lágaldurin í Kalifornia er 18 ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder