
At amerikanski varaforsetin hevur gjørt greitt, at USA virðir sjálvavgerðarrættin hjá Grønlandi er týdningarmikið.
Tað sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sum tó ikki heldur, at umrøðan hjá J.D. Vance av Danmark er rættvísandi.
– Danmark er ein góð og sterk sameind. Fyri alla Nato-samgonguna. Tað eru vit í mun til hóttanina úr Russland. Og vit hava økt munandi um útreiðslurnar til verju. Í nógv ár hava vit staðið undir liðini á amerikanarum í sera torførum støðum, sigur Mette Frederiksen við DR.
Hon ásannar tó, at tað er rætt, at trygdin í Arktis skal hava hægri raðfesting.
Grønland er partur av Nato, og trygdin í Arktis eru viðurskifti, sum viðvíkja Nato og øll tey arktisku sameindu, sigur Mette Frederiksen.
Les eisini: Vance: Danmark hevur ikki gjørt eitt gott arbeiði
– Tað er ikki at vísa virðing
Amerikanski varaforsetin, J.D. Vance vitjaði í Grønlandi í gjár, sama dag, sum landið fekk nýggja stjórn, og nýggi grønlendski landsstýrisformaðurin, Jens-Frederik Nielsen fanst at amerikanska varaforsetanum fyri at leggja ætlanir um vitjan, meðan stjórnarsamráðingar vóru í gongd.
– Tað at tú kemur á vitjan, tá eingin sitandi stjórn er, er, halda vit framvegis, ikki at vísa virðing fyri einum sameindum, sigur hann sambært Ritzau.
– Tað er harmiligt, men nú hava vit eina stjórn, sum skal fara til verka, sigur Jens-Frederik Nielsen, sum saman við flokki sínum Demokraatit í gjár skipaði stjórn saman við flokkunum IA, Siumut og Atassut - fýra av fimm flokkum, sum eru umboðaðir í grønlendska tinginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald