Mentan

Miðvika í Hoyvíkar kirkju: At liva við sálarsjúku

Laura Kathrine Apol, ið gav út bókina "Tá mamma verður ør", fer at greiða frá evninum at liva við sálarsjúku

Laura Kathrine Apol

Laura Kathrine Apol

2018-09-18 07:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Fyrsta Miðvikan í Hoyvíkar kirkju í heyst verður mikukvøldið 19. september klokkan 19.30. Tá fer Laura Kathrine Apol, aðalskrivari í Sinnisbata, at greiða frá evninum at liva við sálarsjúku.

Fyrr í ár gav Laura út barnabókina "Tá mamma verður ør". Hon er um at vera barn hjá foreldri við sálarsjúku. Bókin lýsir hennara egnu upplivingar.

Eftir framløguni hjá Lauru verður ein drekkamunnur, og fólk hava høvi at spyrja ella at viðmerkja.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder