Leygardagin klokkan 16 letur Miklagarður í SMS aftur í fýra vikur, meðan handilin verður endurnýggjaður, og letur upp aftur 26. september í nýggjum hami.
- Sum fleiri longu hava lagt til merkis, so eru stórar umvælingar í gongd í Miklagarði í SMS. Hetta er bert byrjanin uppá eina fullkomna endurnýggjan av handlinum. Miklagarður letur nevnliga aftur í 4 vikur fyri síðan at lata upp aftur sum Føroya nýggja matmekka við einum úrvali, vit ikki hava sæð í Føroyum fyrr. Eisini verða nýggjar skipanir, sum skal gera tað lættari og skjótari at avgreiða sítt keyp, sigur Miklagarður í tíðindaskrivi.
- Hetta verður sostatt ein nútímansgjørdur handil, sum livir upp til krøvini viðskiftafólkini seta til ein matvøruhandil í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald