Innanlands

Minnast donsku og norsku kvinnurnar í Marokko

Minningarløta hevur verið fyri kvinnunum úr Noregi og Danmark, ið vórðu dripnar av yvirgangsmonnum

2018-12-22 15:01 Author image
Regin Winther Poulsen
placeholder

 -Yvirgangur hevur ongan átrúna! 

Tað stóð skrivað á skiltum, sum fólk høvdu við til minningarhátið í Marokko í dag. Tey lokalu í lítlu bygdini Ilmlil vórðu samlaði at virða minnast kvinnurnar. Tað skrivar DR.DK.

Les eisini: Tríggjar handtøkur í Marokko fyri dupult morð 

Genturnar vórðu dripnar á ferð, sum tær gjørdu í fjøllunum kring bygdina. Talan er um yvirgang, og 13 fólk eru handtikin í málinum. Sum skilst er bygdin skelkað av tilburðinum. Trý av teimum handtiknu hava svorið trúskap til ISIS í filmi, sum ferðast á netinum nú. 

Men tey lokalu vilja ikki hava, at hendingin verður sett í samband við Islam. Tað sigur Sarah Mumtaz, sum DR hevur tosað við. 

Les eisini: Drápini í Marokko ar yvirgangur 

- Tey, sum hava gjørt hettar, hava onki at gera her. Tey eru drápsfólk, og eg eru so kedd av hesum. Tað eru vit øll, sum eru savnaði her, sigur hon við DR. 

Hon leggur afturat, at hon sjálv er muslim og úr Marokko, men at hettar ikki hevur nakað við Islam at gera, og at brotsfólkini ikki eru úr Marokko. 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder