Uttanlands

Minneapolis: Løgreglan tók feil av vápnunum

Ungur svartur maður skotin – løgreglukvinnan helt at hon hevði streympistólina í hondini

2021-04-13 12:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Talan var um eitt óhapp, tá ein 20 ára gamal svartur maður um vikuskiftið varð skotin av løgregluni í amerikanska býnum Minneapolis.

Løgreglukvinnan, sum skjeyt mannin í sambandi við eina ferðslukanning, ætlaði at geva honum ein stoyt við eini streympistól.

- Talan er um ein sorgarleik, eitt mistak. Hetta skuldi ikki verið hent, segði løgregluovastin í býarpartinum Brooklyn Center á einum tíðindafundi í gjár.

Hendingin skapt meira øsing í ófriðarliga býnum
Tað, at eitt hvít løgreglukvinna hevur dripið 20 ára gamli Daunte Wright, sum var myrkur á liti, hevur ført til stórar “Black Lives Matter”-mótmælisgongur í Minneapolis.

Fólk ivast stórliga í hvussu tað letur seg gera, at ein løgreglukvinna við 26 ára starvsroyndum skal kunna taka feil av vápnunum, hon hevur uppi á sær.

Løgreglan upplýsir, at løgreglufólk altíð hava tvey vápn – tænastupistól og streympistól. Vápnini verða borðin hvørt á síni lið, so løgreglufólkini kunnu skyna á teimum.

- Vit hava okkara hondvápn í “tí sterkaru síðuni” og tasaran (heitið fyri elpistólini, -red.) í “tí veiku síðuni”. Tað vil siga, at um ein er høgrhentur, so er tænastupistólin við høgru lið og tasarin við vinstru lið. Tað gera vit tilvitað, og vit venja okkum í tí, segði løgregluovastin á tíðindafundinum.

Vanligt er eisini møguleiki lættliga at merkja mun á teimukm báðum vápnunum. Tasarin er lættari enn vanliga pistólin og hevur eitt annað skefti, skrivar CNN.

Men tað er hent fleiri ferðir, at løgreglufólk undir trýsti hava tikið feil av vápnunum. Ein uppgarð hjá løgfrøðiliga tíðarritinum ”Americans for Effective Law Enforcement” vísir, at frá 2001 og 2009 hendi tað minst níggju ferðir, fleiri ferðir við drápi sum úrsliti.

Myndirnar av hendingini leyslatnar
Løgreglan í Brooklyn Center hevur leyslatið myndir, sum vísa alla hendingina. Myndirnar eru frá myndatólinum, sum løgreglukvinnan ber á kroppinum.

Løgreglufólkini støðgaðu Daunte Wright, sum kom koyrandi saman við unnustu síni. Talan var um okkurt minni lógarbrot – at nummarpláturnar vóru útgingnar – men síðan funnu løgreglufólkini útav, at Wright var eftirlýstur fyri vápnanýtslu uttan loyvi.

Hetta fekk tvey løgreglufólk at taka fatur á unga mannin fyri at leggja hann í handjørn. Men tað eydnaðist Wright at slíta seg leysan og seta seg inn í bilin aftur.

Her er tað, at umrødda løgreglukvinna kemur framat. Hon tekur vápn sítt fram og rópar ávarandi, at hon hevur tikið tasaran, og ætlar at geva honum ein stoyt.

Sambært politiovastanum skulu løgreglufólk altíð ávara um slíkt.

So skjýtur løgreglukvinnan, men tað var altso við vanligu pistólini. Wright varð raktur í bringuna. Deyðasærdur startar hann bilin og koyrir eitt strekkið og rakar ein annan bil. Tá var hann longu deyður.

Myndatólið avdúkar hvussu kvinnan reagerar. Hon er forfard yvir at hava skotið mannin.

Nærhendis staðnum har George Floyd varð dripin
Hendingin í Minneapolis hevur fest í aftur ófriðin í Minneapolis. Drápið sunnudagin hendi bert 17 kilometrar frá staðnum, har svarti maðurin, George Floyd, varð dripin av løgregluni í mai mánaði í fjør.

Rættarmálið móti løgreglumanninum, Derek Chauvin, ið er ákærdur fyri morð, er júst byrjað í Minneapolis.

Hvat nú hendir við løgreglukvinnuni er tó óvist. Hon er tikin úr tænastu meðan málið verður kannað, skrivar tv2.dk.

Borgarstjórin í býnum, Mike Elliott, hevur, eins og mótmælisfólkini, kravt, at løgreglukvinnan verður søgd úr starvi.

Kommunustjórin í Brooklyn Center, hevur hinvegin vart løgreglukvinnuna og sagt, at hon skal hava eina rættvísa rættarviðgerð fyrst.

Úrslitið av hesum var, at borgarstjórin gav kommunustjóranum sekkin.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder