Uttanlands

Minningarhald fyri John McCain í Washington

Bæði George W. Bush og Barack Obama skulu tala, men sitandi forsetin, Donald Trump, er ikki boðin við

Kistan hjá McCain (Mynd: DR)

Kistan hjá McCain (Mynd: DR)

2018-09-01 16:31 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Síðsta vikuskifti andaðist amerikanski senatorin og fyrrverandi forsetavalevnið, John McCain, 81 ára gamal eftir at hava stríðst við krabbamein í heilanum í meira enn eitt ár.

John McCain varð fleiri ferðir róptur "besti forsetin USA ongantíð fekk", og var viðurkendur sum ein sonn krígshetja, skrivar DR.

John McCain var flogskipari í amerikanska herinum undir Vietnamkrígnum. Undir krígnum var hann skotin niður og tikin sum krígsfangi. Hann sat fangaður í Vietnam í fimm og eitt hálvt ár.

Í dag verður skipað fyri stórum minningarhaldi í Washington National Cathedral í amerikanska høvuðsstaðnum.

John McCain royndi tvær ferðir at gerast amerikanskur forseti. Í ár 2000 tapti hann uppstillingarvalið hjá republikanarunum til George W. Bush. Í 2008 eydnaðist tað honum at gerast republikanska forsetavalevnið, men hann tapti valið til demokratiska umboðið, Barack Obama.

Bæði Obama og Bush skulu halda talu undir minningarhaldinum í dag, men sitandi amerikanski forsetin, Donald Trump, er ikki boðin við.

Sambært fleiri amerikonskum miðlum skal McCain sjálvur hava sagt, at hann ikki ynskti at hava Trump við til jarðarferð sína.

Til ber at fylgja beinleiðis við her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder