Uttanlands

Minst átta deyð eftir jarðskjálvtar á Filipsoyggjunum

Teir høvdu ávíkavist 5,4 og 5,9 í styrki

Rapaði hús í Itbayat - Mynd: AP

Rapaði hús í Itbayat - Mynd: AP

2019-07-27 14:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í morgun raktu tveir jarðskjálvtar norðara part av Filipsoyggjunum. Tað vóru bert fáir tímar ímillum skjálvtarnar. Talið av deyðum er vaksandi; tíðliga seinnapartin vóru átta fólk váttaði deyð, og minst 60 onnur vóru løstaðu. 

Tað var klokkan 04.16 lokala tíð, at tann fyrsti skjáltin rakti 12 kilometrar í einum landnyrðingi frá bygdini Itbayat. Hann hevði styrkina 5,4, og tríggjar tímar seinni rakti ein meira ógvusligur skjálvti níggju kilometrar longur burtur Itbayat. Tað var við styrki á 5,9.

Jarðskjálvtarnir hava eisini oyðilagt nógvar bygningar i økinum; millum annað eina 131-ára gamla kirkju. Tann seinasta stóri jarðskjálvtin, sum rakti Filipsoyggjarnar, rakti í oktober 2013. Hann varð máldur á 7,1 á Richterstiganum og kostaði fleri enn 220 mannalív.

Kelda: AP

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder