Innanlands

Misálit á Rigmor Dam

Andstøðuformenninir hava í kvøld lagt misálit fram móti Rigmor Dam

2018-12-19 18:45 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Formenninir í andstøðuni hava í kvøld lagt misálitisuppskot fram móti Rigmor Dam, landsstýriskvinnu.

- Andstøðan ynskir at fáa byggingina avgreidda skjótast gjørligt, men hevur ikki álit á, at pengarnir, sum verða játtaðir, fara til endamálið, so leingi sum einki landsstýrisfólk hevur ábyrgd av byggingini, verður sagt í misálitisuppskotinum.

Tá misálit verður lagt fram verður skráin fyri løgtingsfundin broytt alt fyri eitt soleiðis, at hetta mál verður sett á skránna at vera næsta mál á sama fundi. 

Tað merkir at løgtingið nú ger orðaskifti av fíggjarlógini liðugt, og síðani verður farið í holt við viðgerðina av misálitinum.

Tá umrøðan av einum misáliti endar, verður farið beinleiðis til endaligu atkvøðugreiðslu í málinum.

Fyri at misálit skal verða samtykt, skal meira enn helvtin av teimum 33 limunum í løgtinginum atkvøða fyri.

23:28: Viðgerðin av misálitinum er byrjað. Fylg við á tingvarpinum her

Klokkan 22:54: Enn er viðgerðin av misálitisuppskotinum ikki farin í gongd. Hetta verður helst um eitt korter ella so.

Klokkan 21:40: Av tí at misálitisuppskotið varð lagt fram, tá viðgerðin av fíggjarlógini var byrjað. Tí skal orðaskiftið og atkvøðugreiðslur í sambandi við fíggjarlógina fyri 2019 avgreiðast áðrenn. Tað fer at taka eina løtu afturat, og tí kann tað blíva seint áðrenn løgtingið fer at atkvøða um misátlisiváttanina.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder