Uttanlands

Misálitið á Theresu May fall

Bretski forsætisráðharrin kann halda fram sum forkvinna hjá konservativa flokkinum

Theresa May, bretskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Theresa May, bretskur forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2018-12-12 21:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bretski forsætisráðharrin kann halda fram sum forkvinna í konservativa flokkinum eftir atkvøðugreiðslu um misálit í flokkinum.

Tað boðar konservativi flokkurin frá í kvøld, skrivar heimasíðan hjá Danmarks Radio.

Theresa May hevði brúk fyri helvtina av teimum 317 tinglimunum fyri at halda fram. 200 atkvøddu, at tey framvegis høvdu álit á forsætisráðharranum, og 117 atkvøddu hinvegin, at tey ikki longu høvdu álit á 62 ára gomlu Theresu May sum forkvinnu av konservativa flokkinum.

Sambært viðtøkunum hjá flokkinum, er hon nú friðað teir næstu 12 mánaðirnar.

Atkvøðugreiðslan um misálit kom orsaka av spentu støðuni um Brexit, sum hevur elvt til stríð í flokkinum.

Avtalan við ES-londini um at Bretland skal fara úr felagsskapinum skuldi til atkvøðugreiðslu í bretska tjóðartinginum í gjár, men forsætisráðharrin valdi at útseta í óásetta tíð.

Bretland fer úr Evropa samveldinum 29. mars næsta ár.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder