Uttanlands

Misálitið á Theresu May fall

Royndin hjá Labour at fella forsætisráðharran miseydnaðist

2019-01-16 20:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Konservativa stjórnin hjá Theresu May yvirlivdi í kvøld atkvøðugreiðslu um misálit í Undirhúsinum. May heldur tí fram sum forsætismálaráðharri.

Úrslitið av atkvøðugreiðsluni var, at 325 atkvøddu fyri og 306 ímóti.

Í gjárkvøldið tapti May atkvøðugreiðslu um brexitavtaluna, og tað fekk andstøðuleiðaran Jeremy Corbyn úr Labour at leggja uppskot um misálitisváttan fram. Tað misaeydnaðist tó.

-Eg eri til reiðar at arbeiða við øllum limum í húsinum fyri at levera brexit og tryggja, at hetta hús framvegis hevur álit millum bretska fólkið, sigur Theresa May í kvøld sambært AFP tíðindastovuni.

Brexitavtalan sum Theresa May hevði lagt fyri Undirhúsið fall við 202 atkvøðu fyri og 432 ímóti. Stóra talið av atkvøðum ímóti kann benda á, at Bretland fer úr Evropa Samveldinum tann 29. mars uttan eina avtalu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder