Uttanlands

Missa starvið tí tey ikki vilja koppsetast

178 starvsfólk á stórum sjúkrahúsi í Texas eru biðin um ikki at koma til arbeiðis aftur

(Savnsmynd: EPA)

(Savnsmynd: EPA)

2021-06-10 10:28 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

178 starvsfólk á stóra Methodist-sjúkrahúsinum í Houston í Texas eru søgd úr starvi. Orsøkin er, at tey ikki vilja lata seg koppseta móti koronavirus.

25.000 fólk arbeiða á hesum sjúkrahúsinum í størsta býnum í Texas. Men sjúkrahúsið hevur sett krav til starvsfólkini, um at tey skulu vera koppsett, og at freistin er mánadagin.

Hetta er orsøkin til, at ein partur av starvsfólkunum nú verður biðin um ikki at koma til arbeiðis, skrivar NBC News.

Talan er um 178 fólk, sum hvørki hava heilsufrøðiligar ella átrúnaðarligar orsøkir til ikki at vilja lata seg koppseta.

285 onnur starvsfólk hava fingið undantaksloyvi fyri ikki at vera koppsett orsaka av heilsu ella trúgv. 332 starvsfólk hava eisini fingið loyvi til at útseta koppsetingina av ymsum orsøkum, eitt nú at tey eru við barn.

Sjúkrahúsið hevur ført fram, at tey  skilja, at summi hava sínar orsøkir til at lata vera við at lata seg koppseta, men vísir á, at tey seta hetta kravið fyri at “verja okkara sjúklingar, tínar starvsfelagar, tína familju og okkara samfelag”.

Og lagt verður afturat: “Vísundin prógvar, at vaksinurnar ikki bert eru tryggar, tær eru eisini neyðugar”.

Í farna mánaði valdu 117 starvsfólk at leggja sak móti sjúkrahúsinum. Starvsfólkini vístu á, at koppsetingarnar eru “eksperimentellar” og at Houston Mothodist ikki kann noyða starvsfólkini at koppsetast. Advokaturin hjá hesum fólkunum metir, at sjúkrahúsið brýtur lógina við at seta fram krav um koppsseting. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder