Uttanlands

Moderna gevur góða verju seks mánaðir eftir koppseting

Tað vísir ein uppfylgjandi kanning, sum amerikanska heilivágsfyritøkan hevur gjørt av teimum persónunum, sum luttóku í klinisku royndinum av koppingarevninum

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2021-04-14 19:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Koppingarevnið fyri koronu, sum amerikanska heilivágsfyritøkan Moderna hevur framleitt, gevur framvegis góða verju seks mánaðir eftir, at ein persónur hevur fingið seinnu koppsetingina.

Tað er niðurstøðan, eftir at fyritøkan hevur gjørt uppfylgjandi kanningar av teimum, sum luttóku í upprunaligu klinisku royndunum, boðar heilivágsfyritøkan frá í dag.

Koppingarevnið hjá Moderna gevur meira enn 90 prosent verju móti koronu, og meira enn 95 prosent verju móti at fólk gerast álvarsliga sjúk.

Moderna boðar eisini frá, at tey eru farin at gera kanningar við nýggjum sløgum av koppingarevninum, sum hava til endamáls at verja móti nýggja suðurafrikanska frábrigdinum, skrivar Ritzau.

Koppingarevnið hjá Moderna er góðkent til brúk í yvir 40 londum. Tað verður m.a. brúkt í Danmark.

Talan er um eitt sonevnt mRNA-koppingarevni, sum virkar við at fyrireika kroppin til at verja seg móti koronu. Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum er tað, vit hava koppsett við í Føroyum, er eisini eitt mRNA-koppingarevni.

Mánadagin hevði Moderna veitt uml. 132 mió. skamtar av koppingarevni til lond um allan heimin, harav 117 mió. til USA.

Ætlanin er, at USA skal hava fingið 300 mió. skamtar frá Moderna áðrenn mánaðarskiftið juli/august, og sambært heilivágsfyritøkuni fer tann tíðarætlanin at halda.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder