Í summar var hon ein av 25 finalistum til Miss Universe Danmark. Har endaði hon nummar sjey, og eftir kappingina segði Monika Midjord Nolsøe úr Vági, at hon ætlaði sær at koma sterkt aftur til næstu vakurleikakapping.
Nú hevur hon fingið enn eina møguleika, og talan er um eina heimsumfatandi kapping. Vinnarin av Miss Universe Danmark fer víðari til Miss World, ið er tann heilt stóra, men Monika er í vikuni vald til at umboða Danmark í stóru World Beauty Queen-kappingini.
Luttakarar koma úr ymsum støðum í heiminum, og 20-ára gamli føroyingurin er ein teirra. Hetta er fimta árið, at kappingin er, og hon gongur fyri seg yvir næstan tvær vikur: Frá 16 til 28. august, har stóra finalan er tann 27.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald