Mentan

Morgunhugni í Missiónshúsinum á Strondum

Komandi mánamorgnarnar verður hugnaløta fyri børnum og teirra avvarðandi í Missiónshúsinum á Strondum

Morgunhugni verður í Missiónshúsinum á Strondum (Savnsmynd)

Morgunhugni verður í Missiónshúsinum á Strondum (Savnsmynd)

2021-04-18 16:40 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Mánamorgunin, 19. apríl, kl. 10-12 byrjar eitt nýtt tiltak í Missiónshúsinum á Strondum. Tiltakið kallast "Morgunhugni" og er ætlað børnum og teirra avvarðandi, sum hava tíð at møtast til eina hugnaliga løtu mánadag fyrrapart.

Fyrireikararnir skriva soleiðis á facebook-bólkinum "Morgunhugni", sum er stovnaður í samband við tiltakið:

Mánamorgnar frá kl. 10-12 verður ein hugnaløta fyri børnum og teirra avvarðandi. Vit ynskja at bjóða til ein góðan felagsskap, har øll eru vælkomin. Vit verða á niðaru hædd í missiónshúsinum.

Tiltakið verður ikki so skipað, men heldur miða vit ímóti at hava ein avslappaðan ”stemning”, har góðir møguleikar verða at koma hvørjum øðrum við. Viðhvørt fara vit at syngja sangir, fortelja søgu fyri børnunum ella hoyra eitt orð ella líknandi.

Annars er tankin, at børnini kunnu hugna sær við spæli, meðan vit vaksnu kunnu fáa eitt gott prát.

Mann er vælkomin at hava matpakka við. Vit bjóða okkurt drekkandi og okkurt gott afturvið.

So ert tú tøk/ur mánadagar, so er endiliga at støkka inn á gólvið. Gleða okkum at síggja tykkum - øll eru vælkomin.

Framhaldandi kunning um Morgunhugna í Missiónshúsinum fer fram á facebook-bólkinum "Morgunhugni".

– Sjóvar kommuna

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder