2021-06-12 17:51

Í eini roynd at steðga smittuspjaðingina í russiska høvuðsstaðnum Moskva, hevur borgarstjórin, Sergei Sobyanin boðað frá, at borgarar kunnu halda frí frá arbeiði í døgunum 15. til 19. juni – við løn.
Í sama tíðarskeiði verður heitt á skeinkistøð, matstovur og onnur samkomuhøli í býnum um at lata aftur í seinasta lagi klokkan 23.
Hetta fer ikki at fáa ávirkan á herin og viðlíkahald av infrakervinum í býnum, sigur hann sambært tíðindastovuni Reuters.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald