placeholder
Uttanlands

Mótmæla eisini í lastbilum í Nýsælandi

Seinastu dagarnar hava fólk verið á gøtunum í høvuðsstaðnum Wellington at mótmæla koronutiltøkini hjá landinum

Lastbilar savnaðust nærindis nýsælendska tjóðartingið týsdagin (Mynd: AP)

Lastbilar savnaðust nærindis nýsælendska tjóðartingið týsdagin (Mynd: AP)

2022-02-12 16:11 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag eru hundraðtals fólk farin á gøturnar í Nýsælendska høvuðsstaðnum Wellington at mótmæla koronutiltøkini í landinum. Hetta er fimti dagur á rað, at mótmælt verður í býnum.

Mótmælisfólkini hava eyðsæð fingið íblástur frá mótmæliskoyringini í Kanada, og eru fleiri fólk í Wellington eisini byrjað at blokera gøturnar við lastbilum og øðrum akførum.

Hósdagin vórðu fleiri enn 120 persónar handtiknir, men fríggjadagin gekk tó meira friðarliga fyri seg.

Mótmælisfólkini eru ónøgd við, at landið framvegis er afturlatið fyri ferðafólki, meðan koronastøðan er munandi trygg, og 94 prosent av øllum borgarum yvir 12 ár eru koppsett tvær ferðir.

Mótmælisfólk eru eisini ónøgd við, at tað er krav at verða koppsettur fyri koronu, um ein arbeiðir í m.a. herinum, hjá løgregluni, á heilsuøkinum og útbúgvingarøkinum.

Sambært Ritzau hevur Nýsæland krásett góð 19.000 smittutilburðir og 53 andlát í sambandi við koronu seinastu tvey árini. Omikronfrábrigdið hevur tó við sær, at smittan spjaðist skjótari í samfelagnum. Fríggjadagin vórðu 446 tilburðir staðfestir, sum er met fyri Nýsæland.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder