Fleiri enn 400 fólk vórðu særd í Fraklandi undir mótmælistiltøkunum móti høga prísinum á brennievni í gjár. Tað skrivar DR.
Uml. 288.000 fólk mótmældu ígjár, og 14 teirra fingu sera álvarsligan skaða umframt at ein kvinna lat lív. Mótmælt var á 2034 støðum kring landið.
Av teimum 409, ið vórðu særd eru 28 løgreglufólk og sløkkiliðsfólk.
Í nátt hildu uml. 3500 fólk fram við at mótmæla. Fleiri harðskapsmál og bardagar hava eisini verið, m.a. eru fleiri stungin við knívi, og í hesum sambandi eru 157 fólk handtikin.
Orsøkin til mótmælistiltøkini er, at franski forsetin Emmanuel Macron fer at hækka prísin á brennievni næsta ár. Tað er serliga í teimum smærri býunum, at fólk eru ónøgd, har buss- og toksambandið ikki er nóg gott.
Les eisini: Franski forsetin hækkar prísin á brennievni: 120.000 fólk mótmæla
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald