Uttanlands

Motorvegabrúgv rapað í Norðuritalia

Morandi-brúgvin í Genova rapaði í nógvu ferðsluni beint áðrenn middag

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2018-08-14 12:52 Author image
Oda Strøm
placeholder

Ein motorvegabrúgv er rapað í norðuritalienska havnabýnum Genova. 

Tað skrivar italienska tíðindastovan Ansa.

Talan er um Morandi-brúnna, og sambært Ansa er tað eitt petti av brúnni, sum er rapað 100 metrar uppifrá. Myndugleikarnir meina, at tað mesta av brúnni rapaði í eina á.

Sambært tíðindastovuni AP eru í minsta lagi 10 akfør við í vanlukkuni.

Eingi váttaðir upplýsingar eru komnir enn um hvussu nógv eru særd ella dripin, men óváttað tíðindi frá bjargingarfólki á staðnum siga sambært Ansa, at fleiri fólk eru deyð, tí brúgvin datt omanyvir bilarnir, sum knústust.

Motorvegurin var opin fyri ferðslu, tá ið vanlukkan hendi umleið klokkan 11:30, skrivar Genova24.it. Brúgvin er eitt týdningarmikið knútapunkt fyri ferðslu frá sentrala Italia til Fraklands, og orsakað av at heiligdagur er í morgin, halda myndugleikarnir, at sera nógvir bilar vóru á vegnum. 

Morandi-brúgvin er uppkallað eftir Riccardo Morandi, sum gjørdi fleiri brúgvar í Italia í 1960'unum og 1970'unum.

Mynd: EPA

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder