Klokkan 21:05 lendi NASA-rúmdarfarið “InSight” á Mars. Lendingin eydnaðist til fulnar og nú er hol sett á tvey ára granskingarferð.
Gleðin var sjálvsagt stór í kontrollsentrinum hjá NASA tá lendingin eydnaðist, og tá tað eisini eydnaðist at fáa fyrstu myndina heim á Jørðina. Á NASA hava tey arbeitt við hesari verkætlanini í fleiri ár, og ferðin til Mars hevur tikið seks mánaðir.
“InSight” er ein muldvørpa, ella ein borimaskina, sum skal kanna hvat er undir yvirflatuni á Mars. Hetta kann føra til at vit betri vita hví Mars er oyði, og Jørðin er full í vætu og lívi.
Granskarar vænta at “InSight” kann finna lummar av vatni metrar undir yvirflatuni.
Fyrsta myndin frá "InSight" (Mynd: NASA)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald