Innanlands

Munandi fleiri mannfólk enn konufólk í fólkavøkstrinum

Seinastu tólv mánaðirnar eru 173 fleiri mannfólk enn konufólk í nettotilflytingini

Mynd: Hagstova Føroya

Mynd: Hagstova Føroya

2018-09-12 11:01 Author image
Ari av Rana
placeholder

Meðan fólkatalið veksur í Føroyum, vera eisini fleiri og fleiri mannfólk í mun til konufólk, vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.

Av vøkstrinum í fólkatalinum hetta 12-mánaðarskeiðið eru munandi fleiri mannfólk enn konufólk. Størsti munurin er í nettotilflytingini, har tað vóru 173 fleiri mannfólk enn konufólk. Men av tí, at tað var ein yvirvág av gentum í føðitalinum við 11 og í deyðatalinum ein yvirvág av mannfólki við 54, var samanlagda úrslitið 107 fleiri mannfólk í fólkavøkstrinum.

Á myndini niðanfyri sæst, at tað er serliga hetta fyrra hálvárið í 2018, at tað eru munandi fleiri mannfólk í nettotilflytingini enn konufólk. Hetta er stórt frávik frá gongdini frammanundan, har tað var nøkulunda javnt millum kynini.

Burðaravlopið er minkað 
Samanborið við undanfarnað 12-mánaðskeiðið minkaði burðaravlopið (munurin millum fødd og deyð) við 31, úr 277 niður í 246 hetta 12-mánaðskeiðið. Orsøkin er, at samstundis sum føðitalið vaks við 8, vaks talið av deyðum við 39.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder