Norska kenslumálaráðkvinnan, Guri Melby, hevur í dag avlýst allar munnligar próvtøkur, sum skuldu verið hildnar í summar.
Hetta varð upplýst á einum tíðindafundi í Oslo í morgun.
- Júst nú eru fleiri túsund næmingar og fleiri hundrað lærarar í sóttarhaldi, og tað er orsøk at halda, at hetta verður støðan komandi vikuna, segði norsk ráðkvinnan.
Fyri blaðnum VG greiðir hon frá, at avgerðin byggir á smittustøðuna og um tað er ráðiligt at hava munnligar próvtøkur. Skrivligu próvtøkurnar vórðu avlýstar longu í februar.
Avlýstu próvtøkurnar eru galdandi fyri norskar ungdómsskúlar og fyri víðari lestur, svarandi til miðnám.
Kenslumálaráðkvinnan hevur annars hildið uppá í langa tíð, at próvtøkurnar skuldu haldast, hóast smittuvandan. Men í dag varð kósin so broytt.
Hon sigur, at neyðugt var at bíða við avgerðini til nú.
- Vit hava mett um smittustøðuna, og tikið avgerðina út frá hesum, sigur Guri Melby.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald