Innanlands

Munnligir fyrispurningar og tvey uppskot til viðgerðar í tinginum í dag

Til viðgerð er m.a. uppskot um at broyta gildistíðina fyri koyrikort hjá eldri fólki

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

2018-09-19 09:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Á løgtingsfundinum í dag fer tingið at viðgera um koyrikort hjá eldri fólki.

Sjálvstýri eigur uppskotið um at broyta gildistíðina fyri koyrikortið hjá teimum, sum eru 75 ár og eldri.

Sjálvstýri skjýtur upp, at gildistíðin verður fimm ár heldur enn tvey ár, sum nú.

Eitt líknandi uppskot var viðgjørt í undanfarnu tingsetu, men málið fall eftir triðju viðgerð.

Eisini hevur Sjálvstýri uppskot um, at tey, ið noyðast at endurnýggja koyrikortið fyri aldur frá 1. januar 2019 ikki skulu gjalda fyri kravdu læknaváttanina.

Sum nú er skulu fólk gjalda 300 ella 400 krónur úr egnum lumma fyri eina slíka læknakanning.

Sjálvstýri sigur, sambært KVF, at frá 1. juli í fjør til 30. juni í ár endurnýggjaðu 915 fólk koyrikortið fyri aldur. Teir elstu vóru 95 ár.

Flokkurin roknar við, at í framtíðini verða 700 koyrikort endurnýggjað um árið.

Roknað verður við, at lógarbroytingin kemur at kosta 245.000 krónur.

Eisini skal tingið viðgera eitt uppskot frá Sonju Jógvansdóttir, uttanflokkatingkvinnu.

Uppskotið snýr seg um, at fólk, ið flyta til Føroyar úr londum, ið Føroyar ikki hava avtalu við um sosiala trygd, fáa fulla fyritíðarpensjón í Føroyum.

Men áðrenn løgtingið fer at viðgera hesi lógaruppskot, skulu munnligar fyrispurningar avgreiðast.

Løgtingsfundurin í dag byrjar klokkan 11.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder