Yvir 800 fólk eru dripin av trygdardarliðnum hjá herinum í Myanmar, síðan hernaðarkvettið í februar.
Tað metir atgerðarbólkurin Assistance Association for Political Prisoners (AAPP).
Higartil hevur bólkurin váttað, at í minsta lagi 805 eru dripin, skrivar bólkurin á Twitter, men bólkurin metur, at veruliga talið er hægri.
AAPP uppysir eisini, at 5.237 fólk eru vorðin handtikin síðan hernaðarkvettið, og at 4.146 fólk í løtuni verða afturhildin.
Herurin í Myanmar vísir sambært Ritzau á, at ein hópur av hermonnum eisini hevur latið lív í ófriðinum.
Tað var 1. februar, at herurin í Myanmar tók valdið í landinum og handtók demokratiskt valda leiðaran, Aung San Suu Kyi og fleiri onnur. Síðan tá hevur landið verið nógv merkt av ófriði, og verður javnan boðað frá samanbrestum millum hernaðarfólk og mótmælisfólk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald