Uttanlands

Myanmar: Talið á deyðum nú yvir 1.700

Yvir 3.400 eru særd, og yvir 300 eru saknað

Bjargingarfólk í Mandalay, Myanmar (Mynd: EPA)

Bjargingarfólk í Mandalay, Myanmar (Mynd: EPA)

2025-03-30 13:51 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jarðskjálvtin, sum rakti Myanmar fríggjadagin hevur nú kravt yvir 1.700 mannalív.

Umframt hetta eru 3.400 særd, og yvir 300 eru saknað, upplýsir hernaðarstýrið í landinum í morgun sambært tíðindastovuni Reuters.

Tað er ein stór øking í mun til leygarmorgunin, tá boðað varð frá, at talið á deyðum var í minsta lagi 1.002, og talið á særdum var í minsta lagi 2.376.

Jarðskjálvtin, sum rakti fríggjadagin varð máldur til 7,7 á Richterstiganum, og hevur hann elvt til umfatandi oyðileggingar í stórum parti av landinum.

Amerikanski stovnurin United States Geological Survey hevur mett, at talið á deyðum kann koma upp á millum 10.000 og 100.000.

Jarðskjálvtin merktist eisini í Tailandi, har í minsta lagi 17 fólk hava latið lív, 32 fólk eru særd, og 83 eru saknað, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder