Uttanlands

Mynd av donskum løgreglufólki og kvinnu í niqab deild kring heimin

Myndin varð tikin á Nørrebro mikudagin, tá 1300 fólk mótmældu nýggja maskuforboðið

Mynd: Reuters

Mynd: Reuters

2018-08-02 16:56 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Myndin varð tikin av Reuters-myndamanninum Andrew Kelly í gjár, tá uml. 1300 fólk vórðu savnað á Nørrebro í Keypmannahavn at mótmæla nýggja maskuforboðið, sum kom í gildi í gjár, 1. august.

"Hetta er ikki Danmark, sum vit kenna tað. Eg kann ikki fara út, tá eg vil. Eg havi børn, hvussu skal eg fara eftir teimum við busskýlið, í skúlanum og á tokstøðini?" spyr 37 ára gamla Ayah, ið sæst á myndini.

Fólk høvdu latið seg í alt møguligt fyri at mótmæla maskuforboðið. Kvinnur sóust við falskum skeggi, og menn høvdu latið seg í skemtiligar maskur at verja rættin hjá kvinnum at ganga í burka og niqab.

"Tað er skilaleyst. Eg kann ikki longur gera tey tingini, eg elski. Eg kann ikki fara á fornminnusavnið, á strondina, ella fara út at taka myndir. Eg verði ein fangi í mínum egna heimi. Men heldur vera ein fangi enn at lata meg úr mínari niqab," sigur Ayah, sambært Berlingske.

Formaðurin fyri politisambandið, Claus Oxfeldt, fegnast um myndina.

"Hetta vísir, at aftanfyri løgreglufólk er eitt menniskja, sum er í eygnahædd við borgaran," sigur hann.

Hann ímyndar sær, at Ayah hevur verið ivasom um, hvussu framtíðin fór at verða, og síðani hevur løgreglukvinnan troystað hana.

"Eg haldi tað er fínasta slag, tí tað vísir, at vit hava eina løgreglu, ið kann troysta fólk. Og soleiðis er løgreglan. Tað yvirraskar meg, at myndin fyllir so nógv, tá løgreglan sum heild hevur gott samband við borgaran hvønn dag," sigur hann.

Hóast maskuforboðið kom í gildi í gjár hevði løgreglan framanundan boðað frá, at tað var loyvt hjá fólki at fjala andlitið í sambandi við mótmælistiltakið.

Les eisini: Danska løgreglan gjørt vegleiðing til maskuforboðið

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder