Lagið varð gott, tá ársins regatta av Eiði til Hósvíkar og víðari til Nólsoyar í morgin, byrjaði í kvøld.
Hóast váttligt í veðrinum var lagið á teimum flestu gott umborð á bátunum, og eisini á teimum, ið høvdu valt at renna teinin.
Kanska lagið á teinæringinum Royði ikki var so gott ta einu løtuna. Tí meðan teir nógvu rógvararnir stríddu seg móti streyminum undir brúnni, bar báturin við botn, og stóð fastur.
Støðan var ikki verri enn so, at so skjótt sum manningin hevði flutt seg aftur í bakskutin, flotnaði báturin aftur, og rógvararnir máttu seta føtur í bekk enn einaferð fyri at vinna á streyminum.
Yvirum komu teir, tíðsnokk til at fáa dansin á Grønhólmi við, áðrenn leiðin varð sett víðari móti Hósvík, har veitslulag er kring bátahylin við røðum, framførslum og sangi í kvøld.
Myndamaður okkara, Jens Kristian Vang, var til staðar og tók myndir við Streymin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald