Innanlands

Myndir: Stúgvandi fult til “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa” í Havn

Millum 175 og 200 ungdómar tóku lut.

2018-08-03 15:48 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Ó skipaði saman við BankNordik fyri lestrartiltakinum “Hjálp, eg skal uttanlands at lesa”, sum var í BankNordik høvuðssætinum í gjárkvøldið.

- Vit eru ómetaliga takksom fyri fantastisku undirtøkuna. Tað komu nógv meiri enn væntað. Vit hava ikki eitt ítøkiligt tal, men ein konservativ meting er 175. Helst fleiri, tí 240 djúsar og tvíflísar fóru um djúsbarrina, sigur Hanus Samró, ið eigur og rekur Ó.

- Tey ungu hugnaðu sær óført, framløgurnar vóru góðar og gevandi, og tá alt kemur til alt, so er kunningin tað viktigasta við tiltakinum. So vit kunnu ikki vera annað enn vælnøgd. Hanus Samró sigur víðari, at um tað ikki eydnaðist at skriva upplýsingarnar niður, ella um tað ikki lá fyri at koma, er tað møguligt at taka allar framløgurnar niður. Les meira her.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder