NET, sum fyrr hevði navnið FT NET, boðaði fyrr í dag frá, at fipursamband seinni í hesum mánaðinum fór at vera tøkt í Tórsbyrgi og Heimasta Horn í Havn, við Myllutjørn í Hoyvík og við Klingrutjørn og undir Kongavarða á Argjum.
Les eisini: Fyrstu húsarhaldini fáa nú fipursamand
Nú boða Ver og Hey frá, at tey bjóða fipurbreiðband til sínar kundar í hesum økjum frá 26. november, og kunngerða samstundis eisini prísirnar á heimasíðuni. Besta og størsta haldið, sum er 1000/1000 Mbit, rindar kundin 985 og 987 krónur um mánaðin fyri hjá ávikavist Hey og Ver.
Tað skal so nevnast, at flestu húsarhald enn ikki hava tørv á so góðum sambandi, og til samanberinar er hægsta ferðin í dag 100/20 og kostar 526 og 527 krónur hjá ávikavist Hey og Føroya Tele.
Prísir fyri fipurbreiðband (Ver / Føroya Tele)
100/100 Mbit
637 kr/mðn.
200/200 Mbit
737 kr/mðn.
300/300 Mbit
787 kr/mðn.
500/500 Mbit
887 kr/mðn.
1000/1000 Mbit
987 kr/mðn.
Prísir fyri fipurbreiðband (Hey)
100/100 Mbit
635 kr/mðn.
200/200 Mbit
735 kr/mðn.
300/300 Mbit
785 kr/mðn.
500/500
885 kr/mðn.
1000/1000
985 kr/mðn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald