Innanlands

Nakað av regni – men turt um vikuskiftið

Soleiðis verður veðrið hesa vikuna

2018-08-14 08:29 Author image
Ari av Rana

Veðurforsøgnin boðar frá skiftandi veðrið hesa vikuna, líka til vikuskiftið, sum vísir seg frá góðari síðu.

Í dag verður stilt við nøkrum fáum ælum. Hann veksur í vindinum frá 5,3 m/s til 7,5 m/s umleið klokkan 15, áðrenn hann minkar aftur heilt niður í 3,3 m/s um midnátt. Mest avfall er í morgun við 0,6 mm, meðan okkurt lítið æl verður at gjøgnum dagin. Hitin millum 11 og 12 stig og ættin verður millum landsynningur og útsynningur.

Í nátt veksur hann aftur í vindinum til 5,9 m/s og hann heldur á at vaksa til um middagsleitið í morgin, tá hann er 7,0 m/s. Beint eftir middag í morgin fer eisini at regna. Fyrst verður avfallið um 0,1 mm men hetta veksur til 1,1 mm um 18 tíðina. Síðani minkar til 0,3-0,4 mm beint fyri midnátt. Hitin millum 11 og 12 stig, og ættin liggur millum útsynningur og landsynningur sunnan.

Hósdagurin verður turrur við vindi millum 5,7 og 6,8 m/s frá landsynningi og landsynningi sunnan, og hitin um 11 stig.

Fríggjadagin fer at regna. Frá midnátt fríggjadagin til klokkan 19 verður avfallið millum 0,5 og 2,2 mm, meðan vindurin verður millum 8 og 12,8 m/s. Ættin verður frá útsynningi og útsynningi sunnan.

Góða veðrið verður um vikuskiftið við ongum avfallið, hitin liggur um tey 11 stigini og vindmegin liggur millum 4,4 og 9,3 m/s frá útsynningi vestan og vestan.

Veðurtænastan hjá Portalinum

placeholder
placeholder