![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Fríggjanáttina varð ætlaða námsferðin hjá 300 næmingum og starvfólki á Glasi avlýst.
Dagin fyri var ein flokkur á triðja ári farin til Lissabon. Nú er greitt, at tann námsferðin verður stytt orsaka av nýggjast tilráðingunum hjá donsku stjórnuni um ferðing til ávís økir, og at føroyska ferðalagið skal koma heim í morgin, mikudagin 11. mars, ístaðin fyri fríggjadagin. Hetta skriva Norðlýsið og in.fo seinnapartin.
Les eisini: Danska stjørnin setir strangari corona-tiltøk í
Steinbjørn Hardlei sigur við in.fo, at Portugal framvegis ikki er eitt reytt øki, men at støðan broytist allatíðina, og at tað tískil er neyðugt at binda um heilan fingur. Um Portugal verður reytt øki koma eingin flogfør úr landinum til Danmarkar, og so hevði tað verður heldur trupulari hjá flokkinum á Glasi at komið heim.
Sambært rektaranum rindar skúlin hemferðina hjá teimum 13 fólkunum. Hon verður í morgin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald