Innanlands

Naomi Cosmetics letur aftur

Naomi Cosmetics lat upp handil í apríl 2017

2018-09-10 13:49 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Kendi føroyski kosmetik handilin Naomi Cosmetics, boðar frá at tey lata handilin aftur. Naomi byrjaði í mars 2015 sum nethandil, og bleiv sera væl móttikin av føroyingum beinanvegin. Serliga var tað breiða vøruúrvalið sum fangaði, og eisini góða samstarvið við Posta gjørdi at pakkarnir komu fram innan 1-2 dagar.

Í apríl 2017 lat Naomi upp flottan handil í Bókbinadaragøtu í Tórshavn.

- Eitt breitt vøruúrval av kendum hágóðsku merkjum skuldi tryggja Naomi ein góðan part av tí føroyska kosmetik marknaðinum. Men skjótt kundu vit staðfesta at staðsetingin av handlinum var eitt sindir ov langt frá býnum. Vit hava tí í longri tíð roynt at funnið eitt hóskandi handilshøli tættari býnum, men uttan at hetta hevur eydnast, sigur Rói Clementsen, eigari av Naomi Cosmetics.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder