Á býráðsfundinum hóskvøldið fer býráðið at viðgera málið um nýggja býartorgið við Steinatún, skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðuni.
Byggi- og býarskipanarnevndin hevur arbeitt við málinum um at útbyggja økið framman fyri Steinatún og hevur nú avgjørt at leggja uppskot fyri býráðið um at taka kioskina Náttarravnin burtur fyri at gera klárt til at fara undir eitt tíðarhóskandi býartorg á staðnum.
Talan er um eitt yvirdekkað økið, ið kemur at virka sum bussskýli við kunningartænastum til borgarar og ferðafólk. Bæði Steinatún og økið kring Steinatún er umvælt og broytt munandi, síðani Tórshavnar kommuna yvirtók bygningin, og húsast millum annað Kunningarstovan í hølunum á veghædd.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald