Uttanlands

Navalnyj ávegis til Russlands

Sambært russiskum myndugleikum, verður andstøðupolitikarin afturhildin, tá hann kemur til landið

Navalnyj í flogfarinum áveg heim til Russlands (Mynd: EPA)

Navalnyj í flogfarinum áveg heim til Russlands (Mynd: EPA)

2021-01-17 15:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Russiski andstøðupolitikarin Aleksej Navlnyj er í løtuni ávegis til Russlands úr Týsklandi.

Russisku myndugleikarnir hava longu gjørt greitt, at hann verður afturhildin, tá hann kemur til landið, og væntast hann longu at verða handtikin á flogvøllinum.

Myndir á sosialu miðlunum vísa, at serlig hernaðarlið og akfør til fangaflutning eru send út á Vnukovo floghavnina í Moskva. Fleiri túsund viðhaldsfólk hjá Navalnyj ætla eisini at vera á staðnum at taka ímóti honum, men sambært russiskum myndugleikum verður hetta ikki loyvt teimum.

Navalnyj lendir væntandi í russiska høvuðsstaðnum klokkan 16.20 okkara tíð, skrivar Ritzau.

Tað var í fjør, at Aleksej Navalnyj legði russisku trygdartænastuna FBS undir at hava framt drápsroynd. Hann vil vera við, at tey royndu at eitra hann í august.

Hann gjørdist illa fyri umborð á einum flogfari, sum mátti neyðlenda fyri at fáa hann á sjúkrahús. Hann varð síðani fluttur til Týsklands, har hann fekk viðgerð og kom fyri seg aftur.

Sambært týsku stjórnini hava kanningarstovur úr trimum ymiskum londum staðfest, at hann varð eitraður við Novitjok, sum fyrr er vorðið knýtt at Russlandi. Russiska stjórnin hevur tó víst aftur, at hon stendur aftanfyri álopið á Navalnyj.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder