Uttanlands

Navalnyj fyri rættin í dag

Skal framhaldandi sita í varðhaldi – ES-lond farin at umhugsa at seta tiltøk í verk móti Russlandi

Navalnyj verður førdur inn í rættarhølið (Mynd: EPA)

Navalnyj verður førdur inn í rættarhølið (Mynd: EPA)

2021-01-18 17:15 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Baltalond heita nú á ES um at umhugsa at seta tiltøk í verk móti Russlandi fyri viðferðina, sum andstøðupolitikarin, Aleksej Navalnyj, hevur fingið eftir heimkomuna til Russlands í gjár.

Navalnyj sigur í dag, at viðferðin hann hevur fingið, er ein “háðan móti øllum rættvísi”, skrivar Ritzau.

Hetta sigur hann, eftur at hann í skundi í dag varð førdur á ein rættarfund í eini løgreglustøð nærhendis floghavnina í Moskva.

Andstøðupolitikarin varð handtikin í gjár, tá hann vendi aftur til Moskva úr Týsklandi. Hetta er fyrstu ferð hann vitjar heima eftir drápsroyndina móti honum í august, tá hann varð eitraður við nervaeitri.

Navaljyj ákærir russisku trygdartænastuna, FBS, fyri at hava roynt at drepa hann við nervaeitri.

Á rættarfundinum í dag kravdi ákærumyndugleikin, at Navalnyj verður fongslaður í 30 dagar. Hann er ákærdur fyri at hava brotið treytirnar í einum treytaðum dómi fyri peningasvik.

Baltalond hava nú biðið uttanríkisráðharrarnar í ES-londunum viðgera málið á uttanríkisráðharrafundinum í komandi viku og umhugsa, um setast skulu tiltøk í verk móti Moskva.

Á rættarfundinum í dag heitti Navaljyj á rættin um at loyva journalistum inn til rættarfundin. Umleið 100 fólk – mest tíðindafólk – bíðaðu í kavanum uttan fyri bygningin, har rættarfundurin fór fram.

Týski uttanríkisráðharrin, Heiko Maas, sigur, at Russland má virða sína egnu grundlóg, og krevur at Navalnyj verður leyslatin beinanvegin.

Maas skilir ikki, hví Navalnyj varð handtikin beint sum hann kom til Moskva. Týski uttanríkisráðharrin sigur, at Týskland, eins og onnur ES-lond, væntar, at Russland ger alt fyri at fáa greiðu á hvat hendi, tá Navalnyj varð eitraður, og at gerningsfólkini verða revsað.

Russisku myndugleikarnir siga, at Navalnyj framhaldandi skal sita í varðhaldi, til ein dómstólur hevur tikið støðu í málinum, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder