Russiski andstøðupolitikarin Aleksej Navalnyj varð í gjár handtikin, tá hann lendi á Sjeremetevo-flogvøllinum í Moskva.
Navalnyj varð tikin við á eina løgreglustøð nærindis flogvøllin. Upplýst verður, at hann verður afturhildin, til ein dómstólur hevur tikið støðu til málið hjá honum.
Hetta var fyrstu ferð, hann kom aftur til Russlands eftir at hava verið í Týsklandi í fimm mánaðir. Hann varð fluttur á sjúkrahús í Berlin í august, eftir at hann varð eitraður.
Aleksej Navalnyj og konan Yulia á flogvøllinum í Moskva, stutt áðrenn handtøkuna (Mynd: EPA)
Áðrenn hann kom til landið, høvdu russisku myndugleikarnir boðað frá, at teir ætlaðu at handtaka Navalnyj. Hóast hann stóð til at verða handtikin, segði Navalnyj kortini við tíðindafólkini, sum vóru møtt upp á flogvøllinum, at dagurin í gjár var tann besti í fimm mánaðir.
– Øll spyrja meg, um eg eri bangin. Tað eri eg ikki. Eg havi tað heilt fínt, tí eg veit, at eg sleppi heimaftur, tí eg havi rætt, og allar skuldsetingarnar móti mær eru falskar, segði hann sambært CNN.
Síðan 29. desember hevur hann verið á russiska listanum yvir eftirlýstir persónar, tí hann ikki hevur yvirhildið treytirnar fyri ein treytaðan dóm. Men málið er politiskt motiverað, heldur Aleksej Navalnyj, sum eisini er kendur fyri at hava verið sera atfinningarsamur móti russisku stjórnini.
Tað er staðfest, at tað var nervaeitrið Novitjok, sum varð brúkt móti Navalnyj í summar. Russiska stjórnin sigur seg ikki standa aftanfyri drápsroyndini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald