Innanlands

Navnakappingin er liður í ætlanini at sameina tey trý sjúkrahúsini

Hetta slær leiðslan í Sjúkrahúsverki Føroya fast í kjalvørinum av kjakinum um navnakappingina: - Ein sterkur samleiki er avgerandi, og nógv góð boð eru komin til møgulig nýggj nøvn

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

(Mynd: Ólavur Frederiksen)

2020-05-26 15:06 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fríggjadagin varð almenn navnakapping útskrivað, nú sóknast verður eftir nýggjum nøvnum til tey trý sjúkrahúsini. Hetta hevur elvt til kjak. Leiðslan í Sjúkrahúsverki Føroya nevnir tað í tíðindaskrivi í dag eitt lívligt og erligt orðaskifti millum fólk um okkara sjúkrahúsverk – eitt orðaskifti, sum vísir, hvussu kær og dýrabar sjúkrahúsini eru fyri flestu okkara. 

Steinar Eirikstoft, forstjóri á Landssjúkrahúsinum, Alexandra á Dul, stjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, og Hans Pauli Henryson, stjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi, hava orðað eitt tíðindaskriv, har greitt verður frá, at síðani nýggja sjúkrahúsleiðslan tók við í fjør hevur verið arbeitt við ymsu tættunum í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið í góðum og tøttum samstarvi við politiska myndugleikan. Ein av hesum er at skapa ein sterkan felags samleika fyri tey trý sjúkrahúsini.

Les eisini: 
Samgongulimur: Klaksvíkar Sjúkrahús skal ikki broyta navn
Kaj Leo: Vit skulu lata leiðslurnar fáa frið at arbeiða
Ætlanin um navnabroyting eigur at verða tikin aftur

Meiningarnar hava verið greiðar hjá nógvum, og navnakappingin hevur møtt mótstøðu. Hetta er tó ikki nakað, ið sjúkrahúsleiðslan sær sum nakað neiligt:  

- Hetta fegnast vit um, tí fyri sjúkrahúsleiðsluna er opinleikin avgerandi. Eisini er tað av alstórum týdningi, at allir føroyingar hava havt møguleikan at siga sína hugsan, tá ið arbeitt verður við so fastgrógvum nøvnum, sum nøvnini av okkara sjúkrahúsunum eru. Hóast mongu atfinningarsomu viðmerkingarnar til navnakappingina, so eru eisini komin góð og seriøs boð upp á møgulig nýggj nøvn, hóast freistin fyri at lata inn uppskot ikki er fyrr enn í um knappar tríggjar vikur.

Felags samleiki fyri tey trý sjúkrahúsini
Sjúkrahúsleiðslan vísir á, at í eina tíð hevur verið arbeitt við at fáa tað samlaða føroyska sjúkrahúsverkið at virka sum eina eind - hetta fyri at skapa betri karmar fyri tí, sum alt snýr seg um: at veita bestu viðgerðina til sjúklingin.

Í 2018 vórðu tey trý sjúkrahúsini formliga skipað undir eina felags leiðslu, og eftir nøkur stjóraskifti var nýggja leiðslan fullmannað á heysti í fjør. 

- Ein avgerandi liður í at samansjóða tey trý sjúkrahúsini er at skapa ein sterkan samleika, sum er felags fyri alt sjúkrahúsverkið. Ein samleiki er annað enn eitt navn – men tað er eisini eitt navn. Tí sóknast vit eftir nýggjum nøvnum, sum knýtir okkum saman.

Tað snýr seg sambært leiðsluni um at samantvinna sjúkrahúsini at menna samstarv tvørtur um tey.


Her er alt tíðindaskrivi frá leiðsluni í Sjúkrahúsverki Føroya: 


Síðani nýggja sjúkrahúsleiðslan tók við í fjør, hevur verið arbeitt við ymsu tættunum í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið í góðum og tøttum samstarvi við politiska myndugleikan. Ein av hesum er at skapa ein sterkan felags samleika fyri tey trý sjúkrahúsini.

Fríggjadagin varð almenn navnakapping útskrivað, nú sóknast verður eftir nýggjum nøvnum til tey trý sjúkrahúsini. Hetta hevur elvt til lívligt og erligt orðaskifti millum fólk um okkara sjúkrahúsverk – eitt orðaskifti, sum vísir, hvussu kær og dýrabar sjúkrahúsini eru fyri flestu okkara.

Hetta fegnast vit um, tí fyri sjúkrahúsleiðsluna er opinleikin avgerandi. Eisini er tað av alstórum týdningi, at allir føroyingar hava havt møguleikan at siga sína hugsan, tá ið arbeitt verður við so fastgrógvum nøvnum, sum nøvnini av okkara sjúkrahúsunum eru. Hóast mongu atfinningarsomu viðmerkingarnar til navnakappingina, so eru eisini komin góð og seriøs boð upp á møgulig nýggj nøvn, hóast freistin fyri at lata inn uppskot ikki er fyrr enn í um knappar tríggjar vikur.

Felags samleiki fyri tey trý sjúkrahúsini
Sjúkrahúsleiðslan hevur sum nevnt í eina tíð arbeitt við at fáa tað samlaða føroyska sjúkrahúsverkið at virka  sum eina eind. At fáa sjúkrahúsini at samstarva betri fer at skapa betri karmar fyri tí, sum alt snýr seg um: at veita bestu viðgerðina til sjúklingin.

Í 2018 vórðu tey trý sjúkrahúsini formliga skipað undir eina felags leiðslu, og eftir nøkur stjóraskifti var nýggja leiðslan fullmannað á heysti í fjør. Tað hevur alla tíðina verið okkara uppgáva at arbeiða víðari við at styrkja og sameina tað samlaða føroyska sjúkrahúsverkið. Og vit eru farin undir hesa spennandi avbjóðing við góðum treysti.

Ein avgerandi liður í at samansjóða tey trý sjúkrahúsini er at skapa ein sterkan samleika, sum er felags fyri alt sjúkrahúsverkið. Ein samleiki er annað enn eitt navn – men tað er eisini eitt navn. Tí sóknast vit eftir nýggjum nøvnum, sum knýtir okkum saman.

Menna samstørv tvørtur um sjúkrahúsini
Vit eru vitandi um, at eitt navn ikki kann standa einsamalt og kemur heldur ikki at samla tey føroysku sjúkrahúsini. Sjúkrahúsleiðslan arbeiðir tí eisini við øðrum innanhýsis átøkum, sum hava til endamáls at styrkja um samstarvið tvørtur um tey trý sjúkrahúsini. Í hesum arbeiðnum luttaka nógv starvsfólk innan ymsu fakøkini á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Vit ynskja ein felagsskap við trimum sjúkrahúsum, sum samskifta, virka og skapa eftir sama virðisgrundarlagi. Hetta er ein stór og spennandi broyting, og leiðslan í Sjúkrahúsverkinum ger sítt fyri at tryggja, at starvsfólkini ikki missa fótafesti í hesum broytingartíðum.

Løgtingið játtaði pening til at samantvinna sjúkrahúsini
Ein navnakapping er sum sagt ein liður í hesum arbeiðinum. Navnakappingin er ikki kostnaðarmikil og fer ikki at hava ávirkan á tær kanningar og viðgerðir, sum verða gjørdar á sjúkrahúsunum. Sjúkrahúsverkið hevur nógv dugnalig starvsfólk, sum hava luttikið í arbeiðinum og harvið hildið útreiðslunum niðri.

Heilsumálaráðið letur tær 10.000 krónurnar, sum vinnarin fær. Harumframt eru útreiðslur til lýsingar og lýsingarstovu fyri at hjálpa okkum við lýsingarherferðini. Hesin peningur fer av serstakari játtan, sum Løgtingið hevur latið til arbeiðið at menna felags samleika.

At enda vilja vit gera greitt, at tað ongantíð hevur verið ætlanin at beina burtur brævbjálvar og annað prent, seingjarklæðir og búnar, orsakað av navnabroytingini. Tá tíðin er komin at bíleggja nýggj prent ella pløgg, tá verða hesi við tí møguliga nýggja navninum.

 

Steinar Eirikstoft, forstjóri, Alexandra á Dul, stjóri og Hans Pauli Henryson, stjóri

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder