Eftir seinasta valið í Ísrael 23. mars fekk sitandi forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu til 5. mai at skipa stjórn, og nú freistin er farin, er greitt, at hetta ikki eydnaðist honum.
Flokkurin hjá Netanyahu, Likud, fekk flestar atkvøður á valinum, men hóast hetta eydnaðist tað ikki 71 ára gamla forsætisráðharranum at savna nóg mikið av stuðul frá øðrum flokkum til at skipa stjórn.
Nú verður tað upp til ein annan at royna at skipa stjórn, og sambært Ritzau verður tað helst 57 ára gamli andstøðupolitikarin Yair Lapid úr flokkinum Yesh Atid, sum fekk næstflestar atkvøður á valinum í mars.
Um tað heldur ikki eydnast nøkrum øðrum at skipa stjórn, kann tað enda við, at nýval verður útskrivað. Um so er, verður tað fimta valið í Ísrael í tvey ár.
Benjamin Netanyahu hevur verið forsætisráðharri í Ísrael síðan 2009. Hann sat eisini við valdið í trý ár í 90unum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald