Eitt forlag hevur ákært Netflix fyri at hava stolið hugskotið til nýggja samvirkna filmin "Bandersnatch", skrivar TV2.
"Bandersnatch" er ein filmur, har alt kann henda, tí har er tað hyggjarin sjálvur, sum kann avgera tað.
Kanadiska forlagið Chooseco LLC heldur, at Netflix eigur at gjalda fyri at hava lánt hugskotið til filmin.
Chooseco vil vera við, at Netflix hevur "lánt" hugskotið frá "Choose Your Own Adventure"-bókarøðini (Vel títt egna ævintýr), sum forlagið nú eigur rættindini til.
Forlagið vil hava Netflix at gjalda í minsta lagi 25 milliónir dollarar, sum svarar til uml. 160 milliónir í okkara krónum.
"Bandersnatch" kom út í desember sum ein partur av dystopisku "Black Mirror"-røðini.
Forlagið Chooseco kennir seg misnýtt.
- Chooseco og Netflix samráðaðust um rættindini í fleiri ár, men Netflix fekk ongantíð loyvi. Í minsta lagi eina ferð áðrenn "Bandersnatch" kom út, hevur Chooseco gjørt Netflix vart við hetta, og vit hava biðið tey gevast við framleiðsluni, sigur forlagið í tíðindaskrivi.
Chooseco sigst at hava gjørt avtalu við filmsfelagið 20th Century Fox um framleiðsluna av einari røð av samvirknum filmum, ið minna um røðina, sum Netflix hevur framleitt.
Eingin viðmerking er komin frá Netflix í málinum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald