Í nýggja Netflix-filminum "Bird Box" fer ein kvinna, Malorie (Sandra Bullock) við børnum sínum á eina vandamikla ferð - við bind fyri eyguni.
Hetta hevur givið fjepparum íblástur til sjálvi at fara út, meðan tey hava bind fyri eyguni.
Seinastu tíðina hava nógv deilt sjónbond og myndir, har tey gera eitthvørt, meðan tey hava bind fyri eyguni, undir #BirdBoxChallenge.
Eitt nú liggja sjónbond á YouTube og Twitter, har fólk við bind fyri eyguni royna at ganga gjøgnum trappur, keypa inn og eta.
Sonevnda "Bird Box"-avbjóðingin er tó ikki beinleiðis óhættislig, og tí hevur Netflix nú mælt brúkarum frá at taka lut í avbjóðingini.
- Óskiljandi, at eg noyðist at siga hetta, men: Latið vinarliga vera við at koma til skaða við hesari "Bird Box"-abjóðingini, skrivaði amerikanska deildin hjá Netflix á sosiala miðilin Twitter.
Í Layton í amerikanska statinum Utah var "Bird Box"-abjóðingin eisini orsøkin til eitt ferðsluóhapp.
Tað var mánadagin, at ein bilførari royndi at koyra, meðan hon hevði bind fyri eyguni. Førarin fekk ongan skaða, men tað fekk bilurin.
Aftaná fyrstu vikuna høvdu 45 milliónir fólk um allan heimin longu sæð "Bird Box", og tað er besta úrslitið, sum ein Netflix-filmur hevur havt í fyrstu vikuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald