Nýggjur "teasari" frá 6. og síðsta sesong av sendirøðini House of Cards á Netflix avdúkar nú, at Kevin Spacey-karakterurin Frank Underwood verður dripin.
Stroymingtænastan Netflix valdi at fýra Oscar-vinnandi sjónleikaran Kevin Spacey í november í fjør, eftir at ákærur um kynslig brotsverk, framdar av sjónleikaranum, komu fram.
Í 25 sekund-langa teasaranum sær mann konu Frank Underwood, Claire Underwood (Robin Wright), standa við grøv hansara og siga:
- Eitt skalt tú vita, Francis. Tá tey jarða meg, verður tað ikki í mínum egna hava. Og tá tey koma at vísa samkenslu, fara tey at standa í kø.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald