Uttanlands

Netflix ger broytingar í “Seaspiracy”

Hevur fingið boð um at rætta skeivleikar í dokumentarfilminum

2021-04-12 12:05 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Stroymingartænastan Netflix skal nú redigera í nógv umrødda filminum “Seaspiracy”, og broyta brotið, har sagt verður, at tað krevur 5 til 20 kilo av fiski at framleiða eitt kilo av laksi.

Tað upplýsti stóri framleiðarin av fiskafóðuri, BioMar í gjár á LinkedIn.

Dokumentarurin “Seaspiracy”, sum kann síggjast á Netflix, hevur skapt stórt kjak og hevur verið heilt nógv sæddur. Men funnist hevur eisini verið at filminum fyri eina røð av faktuellum skeivleikum, ójavnvág og fyri at geva víðgongdum felagsskapum orð, eitt nú SeaShepherd.

Høvuðsboðskapurin í filminum er, at tað ikki er gjørligt at umsita fiskivinnu burðardygga, og tí eiga vit at gevast við at eta mat úr sjónum.

Norska tíðindasíðan ilaks.no skrivar, at ein av høvuðskeldunum í filminum, tá tað snýr seg um laksaaling, er Don Staniford, ein umhvørvisstríðsmaður, ið er dømdur fyri ærumeiðing. Við honum sum guide fer filmsliðið ófráboðað inn á eina alistøð hjá Mowi í Skotlandi fyri at taka myndir av deyðum fiski. Her sleppur Staniford uttan mótspurningar at greiða frá, at laksaaling ikki er nakað, ið eigur at vera loyvt.

Sambært samskiftisstjóranum hjá Mowi í Skotlandi, Ian Roberts, setti filmsskaparin seg í samband við hann fyri tveimum árum síðani.

- Navnið segði mær onki, og gav onki úrslit á Google. Av tí at eg ikki kundi fáa hansara samleika váttaðan, svaraði eg honum ikki aftur. Nú veit eg, at talan var um Ali Tabrizi og um filmin “Seaspiracy” á Netflix, skrivar Roberts á LinkedIn.

- Í filminum sigur hann, at “eg ikki vildi hitta hann”. Men eg fekk aldri at vita hvør “hann” var, leggur Roberts afturat.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder