Uttanlands

Netflix hevur mist 160 milliardir í virði

Harafturat er eitt rættarmál á veg ímóti stroymingartænastuni - íleggjarar eru alt annað enn nøgdir

2019-07-24 18:28 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Netflix hevur leingi verið vælumtøkt, men á partabrævarmarknaðinum er virði nú farið sendandi niður. Hetta kemur, eftir at felagið hevði ein vánaligan rokniskap fyri annan ársfjórðing. Netflix miðjaði eftir at fáa fimm milliónir nýggjar kundar í apríl, mai og juni, men hetta talið varð bert 2,7 milliónir. 

DR skrivar, at hetta hevur við sær, at íleggjarar eru byrjaðir at selja síni partabrøv, og harvið hevur Netflix mist heilar 160 millardir krónir seinastu dagarnar. Nakrir íleggjarar eru so vónbrotnir, at teir nú vilja reisa sakarmál ímóti stroymingarsíðuni, tí at hon hevur givið teimum misvísandi vónir um brúkaratøl og harvið inntøkur - teir siga, at teir eru villeidir. 

Netflix metir, at tænastan ikki hevur bjóðað nóg nógv áhugavert seinastu tíðina, men Claus Bülow Christensen, ið er analytikari innan talgildar miðlar, metir, at talan er um, at fólk eru mettaði av Netflix - áhugin er snøgt sagt minkaður. 

Hóast hetta metir Christensen, at Netflix er so væl grundfest á marknaðinum, og at talan er um eitt vælsamanhangandi felag, so tað ávírkar ikki meira enn eitt ávíst fyri fyrst. Hann vísir millum annað á, at í 2019 er er felagið voksið við 35 prosentum, og at tað er væl brynjað til at standa ímóti kappingini, sum millum annað nýggja stroymingartænastan hjá Disney kemur við. Tað mest umráðandi, sambært Claus Bülow Christensen, er, at Netflix heldur fast í sínum haldarum; um Netflix fer at missa fleiri av teimum, so kann tað blíva ógvuliga tungt.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder