Herfyri valdi stroymingartænastan Netflix at taka ein part av sendirøðini “The Patriot Act” av síni tænastu í Saudiarabia, tí at stýrið í landinum bað um hetta. Saudiarabia segði, at parturin var brot á lógina um lógarbrot á netinum.
Í hesum ávísa partinum tosar verturin, Hasan Minhaj, sera atfinningarsamt móti stýrinum í Saudiarabia og krúnprinsinum Mohammed Bin Salman.
Fleiri mannarættindafelagsskapir harta nú Netflix. Eitt nú hartar Amnesty International Netflix fyri at fremja um null-toleransuna hjá landinum móti framsøgufrælsi og fyri at hjálpa myndugleikunum at nokta fólki frítt at fáa fatur á upplýsing, sigur tiltaksleiðarin hjá Amnesty International í Miðeystri, Samah Hadid.
Í umtalaða partinum er 33 ára gamli Hasan Minhaj, sum er føddur og uppvaksin í USA og hevur indisk foreldur, millum annað sera atfinningarsamur um tær skiftandi forkláringarnar hjá Saudiarabia um hvussu journalisturin Jamal Khashoggi lat lív, tá hesin vitja á saudiarabiska konsulátinum í Istanbul í oktober.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald