2018-11-30 07:06
Heimsins leiðarar hittast í dag á G20 toppfundi í Argentina, men tað verður uttan Angela Merkel.
Týski kanslarin var annars á veg til Argentina, men flogfarið, sum Merkel var við, fekk trupulleikar og mátti neyðlenda í Køln, skrivar tíðindastovan AFP.
Sambært Retuers vóru tað tekniskir trupulleikar, sum noyddu Airbus A340 flogfarið at neyðlenda.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald