Mentan

Nik & Jay á Voxbotn 2019

Enn ein navn kunngjørt til stóra konsertiltakið í Vágsbotni 29. juni

2018-12-13 09:40 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Enn eitt danskt tónleikanavn verður nú sett á plakatina fyri Voxbotn-tiltakið, sum verður hildið 29. juni næsta ár.

Talan er um Nik & Jay, sum síðan fyrst í øldini hava verið millum heilt stóru nøvnini á populera danska tónleikapallinum.

Teir báðir Niclas Petersen og Jannick Thomsen byrjaðu í 2002 at upptrakka saman, og sama ár kom fyrsta útgáva teirra ”Nik & Jay”, við fleiri løgum, ið gjørdust hitt, eitt nú ”Hot”. Í 2004 kom onnur útgáva teirra, sum staðfesti teirra støðu á tindunum við hittum sum ”En dag tilbage” og ”Lækker”.

Tilsamans hava teir báðir givið út album, seinasta í 2013. Síðan tá hevur bert verið talan um stakløg ella EP-útgávur.

Umframt Nik & Jay eru hesi nøvn higartil kunngjørd til Okkara Voxbotn 2019: Lost Frequencies, Michael Learns to Rock, VSJ, Páll Finnur Páll og Eyðun & Terji.

Nik & Jay vóru eisini høvuðsnavn tá Voxbotn varð hildið á øðrum sinni í 2013. Teir spældu eisini á Summarfestivalinum í Klaksvík í 2009.

Herundir sæst sjónbandalagið ”En dag tilbage”, sum er størsta hittið hjá Nik & Jay higartil:

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder