Uttanlands

Nigel Farage fer úr UKIP

Fyrrverandi formaðurin og stovnarin av flokkinum heldur at flokkurin er farin av leið

Nigel Farage

Nigel Farage

2018-12-05 12:28 Author image
Ari av Rana
placeholder

Bretski politikarin og eina av stovnarunum av UKIP, Nigel Farage, fer úr flokkinum. Fyrrverandi formaðurin í flokkinum sigur, at flokkurin er farin av leið.

UK Independence Party var avgerandi í mun til atkvøðugreiðsluna um Brexit, og flokkurin hevur í fleiri áratíggju verið sera atfinningarsamur móti ES og tilflytarum.

Nigel Farage sigur, at ein av orsøkunum til at flokkurin hevur staðið seg væl er, at flokkurin útilokaði víðgongt fólk, og heldur hugsavnaði seg um at fyriskipa og føra valstríð, skrivar The Telegraph. Men seinastu tíðina hevur hann møtt stóra mótstøðu í flokkinum frá víðgongdum høgravendum fólki.

Nigel Farage hevur sæti í ES parlamentinum fram til 2019.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder