Uttanlands

Nigel Farage leggur frá sær sum formaður í Reform UK

Formaðurin í fyrrverandi Brexitflokkinum sigur, at hann kann gera eins nógv gjøgnum miðlar og sosialar miðlar, sum hann kundi, tá hann førdi valstríð sum floksformaður

Nigel Farage (Mynd: EPA)

Nigel Farage (Mynd: EPA)

2021-03-07 14:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Bretski politikarin Nigel Farage boðaði í gjár frá, at hann leggur frá sær sum formaður fyri Reform UK.

Reform UK er fyrrverandi Brexitflokkurin, sum Nigel Farage setti á stovn fyri tveimum árum síðani fyri at stríðast fyri einum Brexit uttan skilnaðaravtalu við ES, eitt sonevnt "hard Brexit" ella "no deal Brexit".

Nigel Farage hevur eisini verið formaður í flokkinum UK Independence Party (UKIP), sum eisini ynskti at fáa Stórabretland úr ES.

Sum formaður í UKIP legði hann trýst á bretsku stjórnina fyri at fáa eina fólkatkvøðu um málið. Skipað varð síðani fyri fólkaatkvøða í juni 2016, har 51,9 prosent atkvøddu fyri at fara úr ES.

– Vit eru úti, og har er eingin vegur aftur. Longu við koppsetingini og handilsavtalum um allan heimin síggjast fyrimunirnir við Brexit, og samstundis síggja vit ES gera seg sjálvan til láturs, segði Nigel Farage sambært tíðindastovuni Reuters.

Nigel Farage sigur, at hann heldur seg kunna gera eins nógv fyri at broyta hugsjónina hjá almenninginum gjøgnum miðlar og sosialar miðlar, sum hann kundi, tá hann førdi valstríð sum floksformaður.

Richard Tice tekur yvir sum formaður í Reform UK.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder