Eftir at partur av einum íbíðarbygningi í býnum Surfside nærindis Miami rapaði hósdagin, eru níggju fólk funnin deyð, og yvir 150 fólk eru enn saknaði.
Bygningurin var yvir 40 ára gamal og var í 12 hæddum. Vónin er, at har kunnu vera fleiri luftlummar í bygninginum, har fólk enn eru á lívi, og verður tí hildið á við bjargingararbeiðnum.
Bjargingarfólk í økinum arbeiða alt samdøgrið fyri at finna og bjarga fleiri fólk, og fáa tey hjálp frá serfrøðingum úr Meksiko og Ísrael, sum eru komin á vanlukkustaðið. Millum annað verður leitað við dronum, hundum, og infrareyðari skanning.
Sambært Ritzau hava myndugleikarnir í økinum eisini boðað frá, at teir komandi mánaðin fara at kanna allar bygningar, sum eru meira enn 40 ára gamlir.
Enn er ikki greitt, hví partar av bygninginum rapaði, men sambært frágreiðing frá 2018 ávaraði ein verkfrøðingur um eitt álvarsamt brek í sambandi við byggingini, og mælti hann til at gera fleiri ábøtur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald