Uttanlands

Nike skógvar seldir fyri næstan 3 milliónir

Talan er um einar "Moon Shoes", ið ein av stovnarunum hjá fyritøkunum gjørdi til OL í 1972

Tað eru bert 12 pør av hesum í heiminum, og eitt par er farið fyri næstan 3 milliónir í Kanada

Tað eru bert 12 pør av hesum í heiminum, og eitt par er farið fyri næstan 3 milliónir í Kanada

2019-07-24 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

CNN skrivar, at eitt sjáldsamt par av kondiskóm er selt fyri eitt heimsmet. "Moon Shoes" eru teir kallaðir, og skógvarnir frá Nike eru seldir fyri 437,500 dollarar, ið er áleið 2,92 milliónir krónir.

Tað var á einari uppboðssølu, at samlarin Miles Nadal keypti skógvarnar til sítt privata savn í Totonto. Tað eru bert 12 pør av hesum til, og tað var Bill Bowerman, ið var ein av stovnarunum hjá Nike, ið sniðgav skógvarnar til OL i 1972. 

Byrjanarboðið var 80,000 dollarar, og væntað var, at skógvarnir fóru at verða seldir fyri 160,000.

[object Object]
(Hesir Converse-skógvarnir hjá Micheal Jordan, ið eisini hava tilknýti til OL, áttu heimsmetið frammanundan. Jordan er kendur fyri sítt tilnýti til Nike)

Heimsmetið var frammanundan $190,373, ið er áleið 1,3 milliónir. Hetta var eitt heilt serligt par av Converse, ið Michael Jordan spældi við í OL-finaluni í kurvabólti í 1984. 

 
 
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder